Heðin Askham og Finnbogi Arge siga, at tað bleiv avgjørt sunnukvøldið, at hann bleiv HB venjari í 2014.
Heðin Askham og Finnbogi Arge siga, at tað bleiv avgjørt sunnukvøldið, at hann bleiv HB venjari í 2014.
Tað kom sera óvæntað á, tá HB í morgun kunngjørdi, at felagið hevði vrakað Oddbjørn Joensen og ístaðin sett Heðin Askham til venjara tey næstu árini.
Til samráðingar sunnukvøldið
Heðin Askham sigur sjálvur við Norðlýsið, at hann fekk fyrispurning í síðstu viku frá HB.
– Eg fekk fyrispurning frá HB í vikuni frammanundan seinasta dystinum í vikuskiftinum. Eg avgjørdi so, at fara at tosa við HB. Og sunnukvøldið byrjaðu so samráðingarnar av álvara og longu eftir tann fundin hevði eg gjørt upp við meg sjálvan, at eg tók av, sigur komandi HB venjarin.
Á NSÍ ársveitsluni leygarkvøldið bleiv sagt, at felagið vónaði at kunna gera sáttmála við teg í hesi vikuni. Visti tú av, tá tú leyarkvøldið sat á NSÍ ársveitsluni, at tú bleiv HB venjari næsta ár?
– Nei tað gjørdi eg ikki. Tað hava allatíðina verið nøkur ting, ið eg havi ætlað at fingið uppá pláss, áðrenn eg tók støðu til, hvar eg bleiv í 2014. So leygarkvøldið visti eg ikki, hvussu mín framtíð sá út, svarar Heðin Askham.
HB formaðurin: Tað hendi so skjótt
HB formaðurin Finnbogi Arge segði við Rás 2 eftir dystin í Runavík, at HB leiðslan fór at byrja tilgongdina at seta nýggjan venjara mánadagin eftir ársveitsluna, ið verður komandi leygarkvøld. Tí spyrja vit HB formannin, um hann leyg fyri lurtarunum, tá HB venjarin nú longu er kunngjørdur.
– Nei hetta kom so knappliga hjá okkum. Vit fingu at vita, at tað var møguligt at fáa Heðin Askham. Og samráðingarnar byrjaðu ikki fyrr enn eftir seinasta dyst. Í Runavík visti eg ikki, hvør bleiv venjari. Og fyri at Oddbjørn Joensen skal kunna hava betri møguleikar at finna sær nýtt starv, so valdu vit at kunngera tað beinanvegin, tá sáttmáli var gjørdur við Heðin Askham, sigur Finnbogi Arge.
HB leitar eftir álopsleikara
Hvørki Heðin Askham ella Finnbogi Arge vilja gera stórvegis viðmerkingar til, um HB fer at kunngera nakran nýggjan leikara á ársveitsluni leygarkvøldið. Men teir eru ikki avvísandi fyri, at HB fer at styrkja um hópin í vetur. Heðin sigur, at felagið serliga hevur eyguni eftir einum álopsleikara. Keldur hjá Norðlýsinum siga, at tað er sannlíkt, at Gunnar Zachariassen verður kunngjørdur sum HB leikari leygarkvøldið.
Venja seriøst í vetur
Heðin Askham sigur, at HB fyrireikingarnar til næsta ár fara í gongd heilt skjótt.
– Nú er hetta fyrsti dagurin hjá mær, so alt er nýtt enn. Men eg fari at kalla hópin saman skjótt. Vit taka frí í eina-tvær vikur. Í HB húsinum hava vit góðar venjingar umstøður til styrkisvenjing, og eg ætli at fáa stórt virksemi har í vetur. Leikararnir koma at venja styrkisvenjing minst tvær ferðir um vikuna. Og so er tað upp til teir, um teir venja meir, sum sjálvandi er enn betri. Fyrst í desember fara vit so út at venja, tí vit skulu í gongd á vøllinum minst 10 vikur áðrenn kappingarbyrjan, sigur Heðin Askham.
Hann heldur, at styrkisvenjingin um veturin er ein gloymdur partur í føroyskum fótbólti.
– Hetta er eitt forsømt økið í føroyskum fótbólti. Men á U21 landsliðsliðnum síggja vit nógvar leikarar, sum taka veturin seriøst og venja miðvíst. Og eisini A-landsliðsvenjarin hevur hetta sum eitt fokus økið nú. Hjá okkum er týdningarmikið, at leikararnir eru væl fyri, so vit ikki fáa eina rúgvu av skaðum í januar, sigur Heðin Askham at enda við Norðlýsið.
Mynd: hb.fo




