Tað er stórur møguleiki fyri at norðoyggjar fáa Fiskivinnumál ella innlendismál, sum eisini inniheldur Landsverk og tað ljóðar at Jákup Mikkelsen verður nýggjur fiskimálaráðharri.
Hjá Sambandsflokkinum liggur í kortunum at Johan Dahl gerst Vinnumálaráðharri og Rósa Samuelsen gerst landsstýrismaður í Almannamálum.
Hjá Fólkaflokkinum verður Jørgen Niclasen uttanríkisráðharri og tað er rættuliga nátúrligt at Jákup Mikkelsen eisini endar í landsstýrinum. Nógv hevur verið tosað um at Annika Olsen endar í landsstýrinum, men sum býtið av landsstýrissessum fall út – er kanska minni sannlíkt at so verður.
Ikki hevur eydnast okkum at fáa fatur á Javnaðartinglimum men tað tykist tó verða greitt at Jóannes Eidesgaard verður Figgjarmálaráðharri.
Harafturat fekk Javnaðarflokkurin – Heilsumálaráðið og Mentamálaráðið.
Landsstýrið verða mannað seinri í dag.




