Kanska er tað ov tíðliga, tað vil onkur halda. Men hinvegin, so er ógvuliga hugaligt við nógvum ljósum hesa myrkastu tíð okkara.
Tað kann ikki síggjast burturfrá, at hesi nógvu ljósini, ið longu nú eru sett upp, eru við til at lætta um, ikki minst hjá teimum, ið ikki hava tað so gott hesa tíðina á árinum, men eisini hjá okkum øðrum, ið dáma ljósið betur enn myrkrið.
Vit vóru ein túr við myndatólinum fyri løtu síðani og kliktu nakrar myndir:




