Ein ungur drongur liggur næstan lívleysur av rúsdrekka/evnum uttanfyri sølubúð meðan bretska popstjørnan MIKA undirheldur stórari mannfjøld á Vágsbø
Ein ungur drongur liggur næstan lívleysur av rúsdrekka/evnum uttanfyri sølubúð meðan bretska popstjørnan MIKA undirheldur stórari mannfjøld á Vágsbø
Tað er nógv fólk í Klaksvík í kvøld og tíbetur eru tað tey flestu sum eru komin at hugna sær og sum eisini duga at hugna sær upp á rætta máta so tað ikki er til ampa fyri tey sjálvi ella onnur.
Men tað sker í eyguni at síggja fjøld av ungdómi sum hava trupult at stýra sær orsaka av rúsevnum ella rúsdrekka.
Tveir politistar standa uppi yvir unga dreinginum og royna at fáa lív í hann. Ein sjúkrasystur kemur av tilvild framvið.
– Tað veit guð – eg hati festivalar! Sigur hon og tekur hondina fyri munnin. Eg orki verri og verri at síggja ung fólk sum eru komin so illa fyri!
Nógv fólk eru á Vágsbø í kvøld meðan flotta og væl smurda show-ið koyrir – men eftir at hava sæð hendan unga mannin liggja so lágt hevði hetta tikið toppin av glansinum mína vegna. Varnaðist brádliga at tað vóru fleiri ung sum vóru rættiliga illa fyri av rúsdrekka hóast klokkan ikki var 23 hetta hóskvøldið. Hvar fáa hesi rúsevni er ein spurningur sum hongur í leysum lofti.
Komin aftur á Vágsbø er rættilig ferð komin á konsertina og fólk hugna sær óført. Fagnaðurin fær ongan enda og Festivalurin er byrjaður við einum ordans braki.
Skal tíðliga til arbeiðis fríggjamorgun so eg taki cola fløskurnar eg keypti í sølubúðini og leiti heim til húsa meðan tónarnir frá heimskenda bretanum fylgja mær framvið húsunum í Vágstúni og niðan í Garðin. Men tað gera myndin av rúsaða dreinginum eisini. Um teir vóru druknir av rúsdrekka ella øðrum evnum dugi eg ikki at meta um.
Ringdi síðan til politiið at spyrja hvussu kvøldið hevði gingið.
– Jú sera friðarligt – onkrir fullir gestir men annars einki at skrivað, um var sagt.




