Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býurin hjá SEV á Strond ómannaður

Oliver Joensen

Ein av orsøkunum til, at tað tekur ein heilan tíma at starta upp á Strond er, at SEV niðurprioriterar vakt á Strond og tað skal vinnulívið her gjalda fyri.

Tað plagdi vanliga ganga um 20 minuttir til vit í Klaksvík fingu streykin aftur, tá meginøkið hjá SEV datt út um dagin. Um náttina og kvøldarnar plagdi tað at taka 45 minuttir, tí tá skuldi vaktin av seingini norður á Strond at seta ígongd.

Ídag tók tað tætt við ein tíma, tað sum plagdi at taka 20 minuttir, og ein av orsøkunum er, at Strond ikki longur hevur manning fast á staðnum.

Tá vit ringdu til SEV at vita hví streymurin fór ídag, segði Finn Jacobsen frá SEV okkum, at ein turbina hjá SEV á Eiði hevði trupulleikar og fall út, tað gjørdi so at SEV eisini fekk trupuleikar á Sundi. Uppá fyrispurning okkara um hví tað gekk so long tíð til Strond startaði upp, segði Finn Jacobsen, at tað vóru fleiri orsøkir til tess. Ein orsøk er, at ongin føst vakt er á staðnum. Fólkið, ið hoyrir til Strond hevur eisini ábyrgdina av útoyggjunum og tí eru teir ikki altíð á Strond.

Men aftaná ein tíma var so Strond inni á netinum og veitt streym til Norðoyggjar, men tá so Strond aftur skuldi koblast saman við meginøkinum hendi eitthvørt við synkroniseringini soleiðis at streymurin aftur datt út nakrar minuttir.

Ikki kann sigast annað enn at tað tykist løgið, at vinnulívið í Norðoyggjum skal liggja stilt longri enn neyðugt tí SEV skal spara vaktir. Uttan ivað kostar tað vinnulívinum her nógv, teir óneyðugu minuttirnir ongin streymur er og fólkið alt situr og trillar tumlar orsakað av at SEV skal spara.

Harleyfacadeacryl