Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Cafe Gloria bjóðar til politiskan fund

Oliver Joensen

Starvsfólkini og løgtingsveljarar vilja ógvuliga gjarna hava vitjan av politisku flokkunum flokkunum komandi mánakvøld, tað siga leiðslan og starvsfólkini á café Gloria í innbjóðing síni til politiskan fund. Niðanfyri er áheitanin á tey uppstillaðu:

Til allar flokkar/valevni til løgtingsvalið 8. desember 2022

Í samband við løgtingsvalið 8. desmber, verður eitt øðrvísi politiskt tiltak á   Cafè Gloria, Klaksvík.

Hvør flokkur fær tilsamans uml. 15 min., býtt út á 2 umfør.

Tað er eingin treyt fyri hvussu tit luttaka, men tað hevði verið gott, um tað ikki eru vanligar valrøður, men at tú/tit kunnu føra tykkara sjónarmið fram á ein øðrvísi kreativan máta t.d. við:

Upplestri, skemtiligum priki, tónleiki, sangi,  kór, kvøða, rappa, yrkja o.s.fr…… við løttum innihaldi við einum tóna , sum fer at skapa hugna, látur og felagsskap.

Stað:​​ Cafè Gloria, Stangavegur 16, veghæddin  700 Klaksvík

Dato:​​ Mánakvøldið 28. november 2022

Tíð:​​    Kl.  19.30

vh.

Cafè Gloria Sólgerð Joensen,  Mamy D. Sørensen  &  Hallgerð Akurstein