Í dag, mikudagin 27. apríl, eru 10 ár síðani at Jórun Mørkøre lat upp landskendu cafeina í Klingrugarði. Frammanundan hevði Jórun bygt Bakaríið í Klingrugarði, men 20. apríl bleiv øll ætlanin hjá Jórun í Klingrugarði fulfíggjað.
Longu frá byrjan av fingu vit varhugan av, at vit vóru á rættari leið. Hóast tíðin síðani hevur verið baldrut við hvørt, so hava sólskinsløturnar verið fleiri.
Tí fara vit at gera nógv burturúr nú mikudagin. Í cafeini fara vit at stilla upp stóra køkucafé, har øll sum koma á vitjan kunnu fáa sær av alskyns køkum við einum kaffimunni afturvið, fyri bert 75,- krónur. Ballónir verða til børnini, so mikudagin eiga øll at støkka inn á gólvið hjá Jórun í Klingrugarði.
Caféin hjá Jórun hevur verið eitt sera gott trekkplástur fyri vitjanir í Klaksvík, síðani latið var upp í Klingrugarði. Men sjálvandi, til Cafeina hoyrir eisini eitt bakarí, so hetta er vorið eitt stórt arbeiðispláss, har umleið 40 fólk eru á lønarlistanum. Vit fáa vitjanir úr øllum Føroyum, og um summarið fáa vit eisini hópin av fremmandafólki á vitjan.
Men minnist til køkucafeina í dag, hon verður ein uppliving, sigur Jórun Mørkøre.




