Í gjár byrjaði stóri tjaldingardagurin, tá túsundavís av tjaldarum tustu til Gøtu. Sum vanligt var tann tiltikni Camp Skopunhagen uttanfyri teltstaðin frá morgunstundini.
Í gjár byrjaði stóri tjaldingardagurin, tá túsundavís av tjaldarum tustu til Gøtu. Sum vanligt var tann tiltikni Camp Skopunhagen uttanfyri teltstaðin frá morgunstundini.
Tað skrivar G! í tíðindaskrivi:
Dámligu ungu menninir, ið manna Skopunhagen vóru blíðir og tíðir, tá okkara myndafólk vitjaði teir fyri gjáramorgunin, sólin skein og lagið var gott.
Teir komu longu kl. 6.30 søgdu teir, tí teir vildu tryggja sær fremstu plássini, tá tjaldingin lat upp seinnapartin í gjár.
Í sambandi tjaldingina skipar G! fyri eini Instagramkapping um ársins camp, øll í campinum skulu luttaka og tann løgnasti ella stuttligasti campurin vinnur tjaldingarpass til G! 2016 og eitt G! flagg. Man luttekur við at gera eina Instagramvideo, har man lýsir sítt camp tema, og so taggar man tað #gfestival.




