Sofía Purkhús legði KÍ á odda í fyrra hálvleiki í Champions League dystinum.Men dysturin endaði við 1-1 javnleiki.
KÍ spælir móti Ekonomist. Tá 16 minuttir vóru leiktir kom KÍ á odda við máli frá Sofíu Purkhús. Ekonomist er frá Montenegro og hevur havt 6 málrroyndir mótvegis tí einu hjá KÍ.
Dagføring, 38 min. farnir: KÍ kvinnurnar hava mist leiðsluna, nú Kuc hevur javnað fyri Ekonomist.
Dagføring kl. 16.52: Hálvleikur og støðan er 1-1.
Liðugt: Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Móti dystarenda fekk Sofía Purkhús reytt kort. Sostatt fekk KÍ eina góða byrjan uppá Champions League kappingina.




