Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Cheap og Lunell moderniserað

John William Joensen

Fleiri av handlunum í Klaksvík rigga seg til nýggjar avbjóðingar, og í so máta eru Cheap og Lunell onki undantak.

Tá vit vitjaðu inn á gólvið mikukvøldið, vóru tær báðar Beinta og Nita júst komnar aftur úr Havn og fóru beinleiðis í arbeiðisklæðini at málað og at fríðka um hølini.
Tær báðar siga, at tær umvæla og moderniserað til undirsjóvartunnilin letur upp. Vit hava leingið ætlað at broytt handilin, men eru ongantíð komnar til tað.
Men nú Norðoyatunnilin skal lata upp, hildu vit at tað var eitt gott høvi hjá handlinum at fáa eina uppgradering og tí fóru vit ígongd júst nú, tá útsølutíðin er av og nýggja vøran kemur.
Vit lata handilin upp aftur fríggjadagin kl. 13.00 og tá kunnu vit bjóða spennandi nýggja vøru, eins og øll eru vælkomin inn á gólvið at síggja nýggja sniðið hjá Cheap og Lunell, bæði í klæðum og hølum.
Onkur super tilboð vera eisini at síggja í Norðlýsinum fríggjadagin, so havið eyguni opin.