Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Cheap og Lunell -tveir handlar í sama húsið

John William Joensen

Fríggjadagin og leygardagin verður eigaraskiftið á Lunell markera við at Cheap og Lunell-húsið hava góð tilboð.

Joan Øregaard, sum higartil hevur rikið og átt handilin Lunell við Sandin, hevur selt handilin til Ninu Poulsen.
Nina sigur, at hetta verður hátíðarhildið fríggjadagin og leygardagin við góðum tilboðum, ið sæst í lýsingini aðrastaðni í blaðnum.

Lunell
Men treyðugt so, tá nýggir kustar koma til, so henda eisini broytingar. Nina Poulsen sigur, at framyvir fer Lunell fyrst og fremst at leggja dent á klæðini. Lunell selir, eins og frammanundan klæðir til børn. Nú er handilin nakað umskipaður, soleiðis at barnaklæðini, gentuklæðini og dreingjaklæðini hava fingið hvør sín part av handlinum.
Til dømis er ein partur av handlinum nú settur av til dreingir upp til 16 ára aldur og hetta ger, at dreingirnir ótarnaðir kunnu skoða dreingjaklæðini í teirra egna parti av handlinum uttan at vera órógvaðir av teimum, sum hyggja eftir øðrum klæðum.
Tað sama er eisini galdandi fyri genturnar og harafturat er ein partur sum sagt lagdur av til babyklæðir og tað, sum har tilhoyrir.
Nina Poulsen sigur annars, at Lunell selur klæðir til dreingir og gentur frá innast til uttast og umframt tað, hevur handilin eisini nakað av skóm.
Nina arbeiðir sjálv í handlinum, men hevur tó hjálparfólk til avloysingar.

Cheap
Heldur til í niðaru hæddini og her er tað Beinta Klakkstein, ið rekur handilin. Beinta sigur, at hon og René keyptu bygningin í 1995, eftir at handilin Cheap hevði hildið til í bygninginum hjá Eilif Arge í nøkur ár.
Vit byrjaðu síðani við Cheap í hesum hølunum í 1996 og seinni kom so Lunell afturat.
Í dag eru Cheap og Lunell tvinnir ymiskir handlar, ið hava hvør sín eigara.
Cheap leggur fyrst og fremst dent á mótaklæðir til yngri og tilkomnar kvinnur, so sigast má, at handlarnir í húsinum supplerað hvønn annan væl.
Umframt klæðini frá innast til uttast umfatar vøruúrvalið hjá Cheap eisini ymiskt tilhoyri so sum smykkur, taskur og skógvar.

Ein eind
Hóast Cheap og Lunell eru tveir ymiskir handlar við ymiskum eigarum og vøruúrvali, so eru handlarnir í sama húsi við Sandin supplerandi fyri hvønn annan og tí áhugaverdir hjá viðskiftafólki at vitja.