Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Chelsea er áhugað í Kristoffur

John William Joensen

Seinastu vikuna hevur 16 ára gamli Kristoffur Jakobsen vant í enska stórfelagnum Chelsea FC.

Royndarvenjingin gekk sera væl, og Kristoffur vísti, at hann er minst líka góður sum sínir ensku javnaldrar.
Mikudagin spældi hann við í einum innanhýsis venjingardysti hjá U16 liðnum hjá Chlesea, og eisini tann dysturin gekk væl. Kristoffur skapti nógv fram eftir vøllinum, og hann hevði eitt framúr gott upplegg til einasta málið í dystinum, sum danski Dennis Høgh skoraði.
Venjararnir í Chelsea vóru so væl nøgdir við Kristoffur, at teir vilja hava hann at koma yvir aftur til felagið longu um eina viku. Tá skal hann venja í nakrar dagar afturat og spæla ein venjingardyst við U16 liðnum ímóti Gillingham.