Enska fótbóltsfelagið Chelsea hevur vent sær til KÍ fyri at fáa ein spælara til royndarvenjingar og er áhugað í framhaldandi samstarvi
Sambandið millum KÍ og Chelsea er komið í lag umvegis ungdómsvenjaran hjá Liverpool, Andy Williams, sum var í Klaksvík og hevði fótbóltsskúla í summar.
Nýggi ungdómsvenjarin hjá Chelsea, Lee Congerton, sum hevur til høvuðsuppgávu at finna nýggjar ungdómsspælarar til felagið, roynir at eisini at finna spælarar í onkrum nýggjum øki, og umvegis Andy Williams er hann komin á slóðina av KÍ.
Chelsea sóknast eftir einum spælari í ávísum aldri, og KÍ hevur gjørt av at senda Kristoffur Jakobsen avstað til royndarvenjingina. Kristoffur er ein av lovandi ungu spælaranum í KÍ, og hann hevur spælt á ungdómsliðum hjá FSF. Hann hevur í vetur gjørt sáttmála við KÍ. Kristoffur skal venja í Chelsea í eina viku, og hann fær eisini møguleikan at vera við í einum dysti hjá U18-liðnum hjá enska felagnum.
Saman við Kristoffur til Chelsea fer eisini ein av ungdómsvenjarunum hjá KÍ, Eyðun Klakstein, og hann fær møguleikan at fylgja ungdómsvenjingini hjá Chelsea, meðan Kristoffur venur har í døgunum frá 9. til 15. januar.
Chelsea er áhugað í at gera eitthvørt samstarv við KÍ, sum serliga kemur at snúgva seg um ungdómsvenjing og menning av spælarum.




