Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Chelsea snávaði – sera spennandi í toppinum

Danial Viðoy

Premier League: Men tað skuldu tríggjar útvísingar til og eitt kolldømt mál til Chelsea, áðrenn Aston Villa kundi kalla seg vinnara av dystinum. Aston Villa vann 1-0. Ein rokaligur dagur í Premier League.

Premier League: Men tað skuldu tríggjar útvísingar til og eitt kolldømt mál til Chelsea, áðrenn Aston Villa kundi kalla seg vinnara av dystinum. Aston Villa vann 1-0. Ein rokaligur dagur í Premier League.

Tað var talan um ein javnan og ferðmiklan dyst. Í fyrra hálvleiki hevði Chelsea bóltin í málinum, men dómarin metti at hondin hjá Matic var brúkt ólógliga, áðrenn hann setti bólin inn. Tað er ivasamt um hendan dømingin var røtt.

Chelsea kom væl út til seinna hálvleiki og væntaði mongdin at skjótt fór Chelsea at avgera. Áðrenn dystin í dag, hevði Chelsea ikki tapt í Premier League í 13 dystir.

Men brádliga fekk dysturin aðra vend. Í 68’ minutti sá Willian hjá Chelsea reytt, eftir sítt seinna gula kort. Her var eisini ivasamt, um valið at tveita Willian var rætt.

Aston Villa kom nú longur fram á vøllin og í 82’ minutti avgjørdi Fabian Delph dystin til fyrimuns fyri Aston Villa.

Í yvirtíðini av dystinum tveitti dómarin Ramires og Mourinho út. Ramires fyri eina sera vandafulla takling og Mourinho fyri at koma ov langt inn á vøllin, tá ið Ramires varð útvístur.

Sera tætt millum fýra lið

Tað er nú sera spennandi í oddinum í ensku Premier League. Tad er í veruleikanum fýra lið, ið hava góðan møguleika at enda á fyrsta plássi. Chelsea liggur enn á fyrsta plássi við 66 stigum og 30 dystum, Manchester City á øðrum við 60 stigum, men hevur bert spælt 27 dystir og á einum deildum triðja plássi liggja Liverpool og Arsenal við 59 stigum og 28 dystum.

Liverpool og Arsenal hava truplar uppgávur í morgin. Tiltikna grannauppgerðin verður í millum Tottenham og Arsenal, og Manchester United tekur ímóti Liverpool.

Sí úrslit frá í dag og stigatalvuna niðanfyri sum myndir