Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian Andreasen í uppskoti til formann

John William Joensen

Í morgin er seinasta freist at skjóta upp valevni til formanssessin í Fótbóltssambandinum og í løtuni verður arbeitt vit at finna rætta persónin

KÍ formaðurin, Gestur Hovgaard, váttar fyri Norðlýsinum at tað í løtuni verður arbeitt við at finna eitt hóskandi formansvalevni til FSF.
“Eg kann vátta at vit eru uppringdir og spurdur um hvønn vit vilja stuðla!”
KÍ-formaðurin vildi tó ikki siga hvør var upp á tal.
 
Christina Andreasen
Frá aðrari keldu fingu vit tó at vita at talan er um at skjóta sakføraran, Christian Andreasen upp til formansvalevni.
Vit royndu at fáa fatur á Christian, men hann var ikki at hitta í morgun.
Eftir tí Norðlýsið skilir fer Christian ikki at stilla upp uttan so at hann hevur undirtøku millum feløgini.
Tosað verður um at hann hevur stuðul úr Eysturoynni, Norðoyggjum og B36 í Havn, men at eitt nú HB, ikki vil stuðla sakføraranum.
Men tá vit tosaðu við HB formannin, Birgir Enghamar, vildi hann ikki siga hvønn HB fór at stuðla til formansvalið.
-Vit fara at viðgera støðuna tá tíðarfreistin fyri at senda inn uppskot er farin.