Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian í Grótinum á Klaksvík við fullari last

Oliver Joensen

Mánadagin var Christian í Grótinum á Klaksvík við uml. 2000 tonsum av svartkjafti.

Palli Ziskason sigur, at fiskiskapurin hjá Christiani í Grótinum hevur verið góður. Teir hava roynt um Rock All leiðina. Svartkjafturin er á veg norðureftir hesa tíðina og verður væntandi í føroyskum sjógvi seinni í vár.
Christian í Grótinum fór til Fuglafjarðar at leggja veiðuna upp.