Í skrivandi stund er Christian í Grótinum tætt sunnanfyri Mjóvanes á veg inn við fullari last. Eyðun Rasmussen, stjóri sigur, at Christian í Grótinum hevur fullar tangar og vil tað siga, at umleið 1400 tons av svartkjafti er í tangunum.
Hetta er so seinasti túrurin hjá teimum í ár, kvotan er uppi hjá Christiani í Grótinum, og her frá og árið út verður gjørt eitthvørt smávegis viðlíkahald upp á skipið og síðani verður fari aftur á svartkjaftaveiðu beint eftir nýggjár, sigur Eyðun Rasmussen.




