Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian í Grótinum aftur á Klaksvík eftir rannsóknarferð

Dávur Winther – Myndir: Dávur Winther

Tíðliga í morgun kom Christian í Grótinum á Havnina at leggja serliga fiskireiðskapin upp, sum Havstovan hevur nýtt til ICES-kanningar sínar við Føroyar. Christian í Grótinum hevur í ein góðan mánaða verið leigaður av Havstovuni til serligar kanningar av makrel- og sildastovninum kring Føroyar.

So skjótt alt varð komið í land og kanningarfólkini eisini, varð hildið á Klaksvik, har Christian í Grótinum legði at undir Norðborg á miðdegi

Teir hava verið til makrel- og sildakanningar við Føroyar eftir leisti hjá ICES, og hava grannalondini eisini gjørt sínar kanningar og í ES-sjógvi eftir sama leisti.

Siglt verður eftir ávísum korti við 40 støðum ella positiónum, har síðani verður trolað við lítlum troli í ½ tíma. Talan er um vítt øki, heilt suður móti Shetlandi og væl norður um Føroyar – tilsamans hava teir siglt eini 3360 fjórðingar eftir hesi kanningarferðini.

Saltinnihald og hitin í sjónum verður eisini kannaður á hvørjum staði og eisini plankton-nøgdin og sjálvandi nøgdin av makreli og sild og hvørjum standi, tey eru í.

Teir fimm granskararnir, sum hava verið við, lata væl at kanningunum og siga, at stovnurin er væl fyri, og at kanska er enn meira sild, enn í fjør, eystanfyri. Men tølini má líka kannast betri, eins og øll tølini eru ikki til skjals enn.

Eitt av rannsóknarfólkunum á ferðini, var Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu – av góðari útróðrarætt úr Haraldssundi og av Skarði, brotin. Hon hevur lisið lívfrøði og er nú ávegis við eina Ph.D. ritgerð innan økið, har m.a. kanningar av sild og makreli – slag ella ætt, kunnu hava ein áhugaverdan týdning í hennara granning.

Skipari henda túrin hevur verið Páll Rasmussen. Hann vísti eisini eitt áhugavert filmsbrot um, hvussu makrelurin ferðast í trolinum, eftir hann er komin í tað og tá ið teir koma fram við einum stima. Eisini bar til at síggja, hvussu fiskurin flytur seg, tá ið trolið kemur at borði.

Nú fer Christian í Grótinum at rigga til nýggjan túr – helst á makrelveiðu í næstum. Norðborg hevur roynd eftir sild, men hevur fiskaríið ikki verið nakað serligt.