Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian í Grótinum fagnaður á Klaksvík

Oliver Joensen

Hóast ikki verður gjørt onki alment hóvastak burturúr skipum, sum koma á Klaksvík á fyrsta sinni, uttanso at tað eru nýbygningar, so møtti hópur av fólki upp at fagna Christian í Grótinum ídag, tá hann um fimmtíðina kom á Klaksvík.

Norðlýsið var eisini og tók ímóti. Vit høvdu avrátt saman við Frimodt Rasmussen, stjóra á KSS at fara við Alfa Pilot ímóti Christian í Grótinum at taka ímóti og at taka myndir sjálvandi.

Jón Rasmussen frá Christian í Grótinum samtakinum kom við okkum, tí hann vildi sigla eitt sindur av vøru út á skipið, sum skuldi brúkast til móttøkuna umborð.

Vit sigldu yvir á fjørðin, og Christian í Grótinum sigldi einar tvær ferðir aftur og fram, so tað var lag á manni at fáa nakrar myndir.

Móttøkan á keiini í Klaksvík var stutt. Kristian Martin Rasmussen, stjóri segði nøkur fá orð. Hann nevndi at tað kanska sýntist løgi at koma við einum skipi nú, sum ikki var heilt nýtt. Men hann segði, at man mátti laga seg til tíðirnar man livdi í, og vit hildu, at hetta var tað rætta fyri okkum nú, segði hann. Annars bað hann Guds signing yvir verki. Kristian Martin bjóðaði síðani øllum umborð at síggja skipið.

Christian í Grótinum skal byggjast eitt sindur um, áður enn hann fer til fiskiskap. Ístaðin fyri at taka fiskin inn á síðuni, verður skipið umbygt soleiðis, at fongurin kann pumpast inn aftan. Tað er sama model sum Norðborg koyrir eftir. Hetta arbeiðið kemur at taka einar fýra vikur, og tað eru Klaksvíkar Sleipistøð, ella KSS, sum tað eitur ídag og KJ Hydraulik, sum hava vunnið arbeiðið.