Christian í Grótinum er á veg heim inn at landa, teir hava eins og hinir svartkjaftaskipini verið í ES sjógvi vestanfyri Írland.
Í løtuni er Christian í Grótinum eystanfyri Nólsoynna og verður helst á Klaksvík um ein tíma ella so. Teir hava fulla last, umleið 2000 tons av svartkjafti inni. Kvotan í ES sjógvi er nú uppi og møguliga fara teir í altjóðasjógv næsta túrin. Tað ljóðar annars at møguleikar eru fyri størri kvotu frá ES, men nær tað kemur í rættlag, og um tað kemur, er óvist í skrivandi stund.




