Christian í Grótinum hevur givið eitt treytað keypsboð upp á 56% av partapeninginum í Orkufelagnum, sum eigur 100% av partapeninginum í Magn.
Um árskiftið 2021/22 keypti Orkufelagið 100% av felagnum Magn frá Skeljingur í Íslandi. Orkufelagið er eitt føroyskt felag, men tvær íslendskar fyritøkur Skel Fjarfestinafelag HF og Hólmi ehf eiga 56% av Orkufelagnum. Um keypsboðið verður verður endaligt og Christian í Grótinum fær 56% av Orkufelagnum er Magn komi á føroyskar hendur.
Magn er ein av stóru og týdningarmiklu fyritøkunum í føroyum og vit síggja stórar møguleikar í felagnum.
Magn er ein væl rikin fyritøka og vit hugsa at Magn skal halda tí kós fyritøkan hevur, sum orkuveitari til privatkundan og vinnuna í Føroyum. Magn hevur eina stóra skyldu at bjóða eina góða tænastu og kappingarførar prísir á brenniolju, umframt at stuðla undir grøna orkuskiftinum í Føroyum.
Við íløguni í vindmyllulundina í Flatnahaga og teimum tænastum, sum verða veittar gjøgnum dótturfelagið Demich, gongur Magn frammaliga í grøna orkuskiftinum.
Samlaði keypsprísurin fyri 56% er 170 mkr..
Keypsboðið er millum annað treytað av at kappingareftirlitið í føroyum góðtekur keypið.
Av tí at Skel Fjarfestinafelag HF er skrásett á Íslendska børsinum, má keypsboðið fráboðast børsinum og er tískil alment longu áðrenn keypið er endaligt.



