Kl. 16.00 í dag mikudagin, kemur nýggja føroyska flaggskipið í fiskiflota okkara í Ánirnar. Skipað verður fyri almennari móttøku í Ánunum.
Sum skilst so verður Klaksvíkar Hornorkestur har, eins og borgarstjórin og væntandi fer Kristian Martin Rasmussen eisini at siga nøkur orð.
Sum sæst á myndunum her niðanfyri, so var stór móttøka í Skagen við bryggjuna hjá Karstensens Skipsverft, tá skipið var handað føroyska reiðarínum. Eftir dópin í Skagen, varð fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið.
Um kvøldið bjóðaði Karstensens Skipsverft til eina stóra veitslu á Color hotellinum í Skagen. Her vóru nógvar talur hildnar, bæði frá reiðarínum og frá Karstensens Skipsverft, men størsta løtan var, tá Kristian Martin Rasmussen handaði stjóranum á Karstensens ein føroyskan borðabát. Kristian Martin segði, at eitt slíkt áttamannafar var byrjanin hjá abba hansara, gamla Christian í Grótinum, til luttøku hansara í fiskivinnu og eftirkomararnir hava framhaldandi lagt steinar afturat til tann varðan. Skipið teir nú fóru avstað við úr Skagen varð í hvussu so er seinasta “klípið” – Í Skagen hoyrdist, at felagið eisini umhugsar at skifta hitt skipið, Norðborg út.
Jan Petersen, stjóri á felagnum Christian í Grótinum leggur dent á, at øll eru hjartaliga vælkomin í Ánirnar til móttøkuna og at høvið verður at vitjað umborð.



















