Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian í Grótinum landað 970 tons av makreli

John William Joensen

Christian Martin Rasmussen, skipari á Christian í Grótinum, sigur at fiskaríið hevur verið hampuligt í Norðsjónum.

Vit hava havt hampuligan fiskiskap, síðani vit komu á hesar leiðirnar hósdagin í síðstu viku. Christian í Grótinum avreiddi 400 tons í Noregi í síðstu viku og mikudagin avreiddu teir aftur 570 tons í Hirtshals.
Christian Martin sigur víðari, at teir eiga eina kvotu eftir uppá umleið 1500 tons av makreli og uml. 400 tons av sild. Vit hava tí gjørt tað, at Christian í Grótinum fiskar makrelkvotuna ímeðan Norðborg fiskar av sildakvotuni. Makrelkvotan hjá okkum er til umleið tveir túrar afturat.
Uppá fyrispurning okkara um hví teir annaðhvørt landa í Noregi og Danmark, sigur Christian Martin Rasmussen, at tað kemst av at so nógvur fiskur var á marknaðinum í Noregi júst nú og tí valdu teir at fara til Hirtshals hesaferð.