Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian í Grótinum samtakið hevði eitt gott ár

John William Joensen

Úrslitið fyri 2013 gjørdist eitt avlop upp á 58,0 mkr.. Hóast hetta er ein afturgongd í mun til 2012, tá ið úrslitið var 73,6 mkr., so sigur Eyðun Rasmussen stjóri at vit eru væl nøgdir við úrslitið. Fortreytirnar broyttust munandi eftir at ES bannið bleiv sett í gildi í august 2013.

Sambart stjóranum hevði samtakið í 2013 eina nettosølu upp á 333,5 mkr. og er hetta ein framgongd upp á 22,7 mkr..

Úrslitið áðrenn rentur var 64,9 mkr., sum er 12,1 mkr. lægri enn í 2012. Úrslitið lækkar hóast meira er fiska og framleitt. Grundin til hetta er millum annað ES bannið, sum hevur viðført hægri flutningskostna og lægri prísir samanborið við 2012. Harumframt er tilfeingisgjaldið økt við 7,2 mkr. til íalt 20,4 mkr..

Ársúrslitið gjørdist 58,0 mkr. og er hetta 15,6 mkr. lægri enn í 2013, tá ið úrslitið var 73,6 mkr..

Í 2013 vóru 105 heiltíðar ársverk í samtakinum.