Væl av fólki var komið saman at heilsa manningini góðan túr, nú nýggjasta og snotilisliga skipið í flotanum fór sín fyrsta túr í gjárkvøldið.
Møtið varð hildið um borð, har skip og manning vóru løgd í Harrans hendur og væl syngjandi bólkurin, Vitin, sang. John Júst byrjaði, síðani Torleif Johannesen frá Sjómansmisiónini, Eyðun Elttør og at enda Kristian Martin Rasmussen.
Við í ferðirni vóru tveir spaniólar og ein dani, sum skuldu hjálpa til at stýra skverinum á lemmunum. Hetta kunnu teir við nýggjari útgerð gera á brúnni. So her er enn eina ferð talan um sera framkomið skip.
Jú, rómurin var góður nú nýggjasta skipið í flotanum legði út á hav á Grækarismessu – Nógvir vildu vera sjómenn og sleppa við henda túrin við hesum serskilda skipi.
Kona maskinmeitaran fekk líka stundir at geva manninu eitt klem, áðrenn hann fór. Hon hevur at kallað ikki sæð hann í eitt hálvt ár, sum hann hevur riggað til umborð.
Umstøðurnar eru góðar umborð, sum greitt er frá fyrr, og høvdu skiparin og leiðarin í Svimjihøllini, Torkil Mørkøre okkurt at samskifta um, áðrenn farið varð.
Kokkurin var í góðum lag, og hevði hann fótbólt á veggingum í galluni, meðan hann ryggaði okkurt leskiligt til til manningina.
Hiðani verður ynskt bestu eydnu og góðan túr!







































