Uppisjóvarskipið Christian í Grótinum liggur í løtuni við monteringskeiina hjá KSS. Vit ringdu til Boga Rasmussen, skipara, hann sigur, at orsøkin til at teir liggja har nú er orsakað av at motorurin skal hava eitt eftirlit. Sum so eru ongir trupulleikar. Vit rokna við, at arbeiðið, sum gerast skal fer at vera liðugt um mánaðarskiftið og tá er ætlanin hjá okkum at fara á makrelveiðu.
Tað at vit byrja so tíðliga, kemst mest av at Norðborg liggur orsakað av maskinskaða. Annars haldi eg, sigur Bogi Rasmussen, at fleiri av hinum bátunum bíða til januar mánaða.



