Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian Julius: – Vit eru geldir uttan útvarp

Jóhann Lutzen

Jákup B, Núpur, Pison, Sigmund, Volunteer, Mýlingur og Havbúgvin hava eisini verið á rygginum og tískil raktir av millumbylgjusendaraniðurleggingini hjá Mentamálaráðnum

Jákup B, Núpur, Pison, Sigmund, Volunteer, Mýlingur og Havbúgvin hava eisini verið á rygginum og tískil raktir av millumbylgjusendaraniðurleggingini hjá Mentamálaráðnum

Norðlýsið hevur tosa við Christian Julius Jacobsen, stýrimann á Volunteer. Hann sigur frá, at seinasta túr var hetta prátið millum allar fiskimenn – onki útvarp at hava.

Hetta hevur staðið uppá í 14 dagar og kann hava verið longri enn tað, sigur Christian Julius Jacobsen

Vit eru púra geldir uttan útvarp, ongi veðurtíðindi, øll tíðindir annars. Vit gjalda útvarpsgjald í rúgvuvís, so hetta er ørkymlandi, sigur Christian

Reiðaríðini gjalda kringvarpsgjald og hvør einstakur fiskimaður rindar eisini sín part.