Christian L. Holst mátti av vøllinum í fyrra hálvleiki í gjár við skaða og má roknast sum ivasamur til landsdystirnar komandi vikurnar.
Tað var í dystinum millum Silkeborg og Vendsyssel FF, sum Vendsyssel FF annars vann, at Christian L. Holst mátti av vøllinum í 28.minutti. Hann hevði stutt frammanundan rent saman við einum mótstøðuleikara og knæið fekk skaða. Óvist er, hvussu álvarsamur skaðin er, men havandi landsdystirnar hjá Føroyum fríggjakvøldið og týskvøldið um eina viku í huga, so er hetta ikki góð tíðindir so stutt frammanundan dystinum.
Føroyar møta Kasakhstan fríggjakvøldið kl. 18.00 og Eysturríki týskvøldið 15.oktober kl. 19.45




