P/F Føroya Shell hevur fingið nýggja nevnd, eftir at A/S Dansk Shell herfyri seldi íslendska felagnum, Skeljungur, øll partabrøvini í P/F Føroya Shell.
Christian Nagata er nýggjur nevndarformaður.
Nýggj nevnd hevur tikið við í P/F Føroya Shell, eftir at íslendska felagið, Skeljungur, fyri einum mánaði síðani keypti øll partabrøvini í P/F Føroya Shell frá A/S Dansk Shell.
Nýggja nevndin, sum er mannað við trimum føroyingum og tveimum íslendingum, hevur skipað seg við Christian Nagata sum formanni. Gunnar K. Guðmundsson er næstformaður, og hinir nevndarlimirnir eru Oddbjørg Højgaard, Jens Meinhard Rasmussen og Petur M. Haldursson.
P/F Føroya Shell, sum selur vørur og tænastur til skipaflotan, almennar fyritøkur, ídnaðarvirkir og privat, heldur fram at virka undir Shell-búmerkinum. 100 fólk eru í starvi hjá P/F Føroya Shell, sum fyri tveimum árum síðani hátíðarhelt, at felagið hevði rikið virksemi í Føroyum í 80 ár.




