Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian og Norðborg fara næsta túrin á midnátt

Jákup Ósá

Christian í Grótinum og Norðborg fara nýggjan túr á midnátt.

Christian í Grótinum og Norðborg fara nýggjan túr á midnátt.

Hesi bæði skipini hava verið ein túr, har tey partrolaðu eftir sild og makreli. Heimasíðan jn.fo skrivar, at Christian í Grótinum hevði 670 tons, harav 520 tons var sildafløk og 150 tons av heysaðum makreli. 20 mans eru við Christian í Grótinum.

Norðborg hevði 520 tons av heysaðum makreli og 20 tons av makrelflaki, 600 tons av sildafløkum og 170 tons av heilfrystari sild, harafturat hava teir 200 tons av mjøli og 260 tons av lýsi. 33 mans eru við Norðborg.


Teir byrjaðu túrin suður av Sandoyarbankanum, men hava teir seinastu dagarnar roynt á Rygginum, vestur ímóti íslendska markinum. Bæði sildin og makrelurin, teir fingu, vóru í góðum standi, skrivar jn.fo.