Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christianskirkjan 50 ár

Dávur Winther

Í dag var boðið til familjuguðstænastu.

Í hesum døgum hátíðarheldur Christianskirkjan sín 50 ára føðingardag. Ein søgulig, afturlítandi myndaframsýning er sett upp til høvið á millumgólvinum undir orglinum.

Í dag var boðið til familjuguðstænastu og tí var sett fram Juce og Twix í forkirkjuni. Magnus Brahe Jørgensen, prestur hevði prædikuna og í dag kundi kirkjufólkið á fyrsta sinni njóta nýggju bríkirnar, sum eru polstraðar.

Kl. 15 í dag verður eitt størri listarverk við 10 myndum, sum Edward Fuglø hevur gjørt, ið hann kallar, Jesus úr Nasatret, avdúkað í kirkjukjallaranum. Hetta er listprýði úr timbri og hevur Edward fingið hjálp frá Sjúrða Sólstein at skera lutirnar til og líma teir á rundar træplátur.

Ein partur av timbrinum er frá gomlu rammunu á altartalvuni, ið til høvið er umvæld fyri 9 mill. Meir enn tað dupulta av hvat kirkjan í síni tíð kostaði at byggja.

Føðingardagurin verður hildin alla vikuna, har Lone Hertz lesur upp úr Openberingini í morgin kl 20. Týskvøldið verður orgulkonsert kl. 20 við Finn Evald og mikukvøldið verður konsert við Klaksvíkar Hornorkestri og Kirkjukórinum.

Altartalvan, báturin og skurnarfondurin hava øll sína serligu søgu. Sambært teimum, sum hava sæð listaverkið hjá Edward Fuglø, verður sagt at hetta er ein onnur altartalva, sum fer at fáa eins nógva vitjan og umtalu og verandi altartalva.