Í samband við 100 ára føðingardagin hjá KÍ, bjóðar Christianskirkjan saman við KÍ, til ítróttargudstænastu.
Á skránni til hesa Ítróttargudstænastu, er felagssangur, stutt andakt við Pól Johannessen trúboðara, og so kemur kendi gospelbólkurin I AM, at luttaka við sangi.
Umframt hetta, so kemur 1. deildar- og landsliðsleikarin Atli Danielsen, at siga nøkur orð eisini.
Christianskirkjan og Klaksvíkar Ítróttarfelag, bjóða øllum hjartaliga vælkomin til hesa Ítróttargudstænastu.




