Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Cieslevicz: Eg havi ongar viðmerkingar

Jákup Ósá

Lukasz Cieslevicz vil ikki gera viðmerkingar til málið um avtalað spæl, sum koyrir í Danmark. Tað var í 2010, at danska felagið Hvidovre er skuldsett fyri avtalað spæl í tveimum dystum, sum felagið tapti.

Lukasz Cieslevicz vil ikki gera viðmerkingar til málið um avtalað spæl, sum koyrir í Danmark.

Tað var í 2010, at danska felagið Hvidovre er skuldsett fyri avtalað spæl í tveimum dystum, sum felagið tapti. Norðlýsið hevur spurt B36 álopsleikaran, um hann kennir til málið um avtalað spæl frá 2010 og um hann hevur tosað við myndugleikarnar, sum kanna málið. Men Lukasz Cieslewicz sigur, at hann í løtuni ongar viðmerkingar hevur.