Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Cirkuuz Baldoni til Klaksvíkar

John William Joensen

Mánadagin í seinastu viku kom Cirkuuz Baldoni til Føroyar og verða at síggja ymiskar staðir kring landið til mikudagin 5. november, tá leiðin aftur gongur til Danmarkar.

Tíðindakvinnan, Thessa Daniella, hjá Cirkuuz Baldoni sigur í brævi til Norðlýsið at Klaksvíkingar kunnu gleða seg til eitt upplivilsið fyri alla familjuna.

Samstarva við ítróttarfeløg
Túrurin til Føroya er komin í lag í samstarvi við TB, VB, FSV, B36, KÍ, ÍF, NSÍ og B71.
Tey ymisku feløgini standa fyri forsøluni av atgongumerkjum. Prísurin fyri eitt atgongumerki er 130 krónur harav 30 krónur fara til tað einstaka ítróttarfelagið.

Skráin
Cirkuuz-stjórin Baldoni gevur í tíðindaskrivinum lyfti um at her verður nógv at flenna eftir baði hjá fólkum við vanligum tonnum og handilstonnum.
"Okkara Cirkus er meira áskoðaravinarligt, við tað at vit ikki hava ein sokallaðan "Sprechstallmeistar" sum tosar ímillum hvørt innslag, men ístaðin koyrir øll framsýningin út í eitt."

Framførslurnar
Av artistum verða "Bro Brothers" nevndir sum hava styrki og úthaldni blandað saman við tí humøristiska. Úr Letlandi koma "The Barbi Family" sum skapa sær sum slaskidukkur og er yngsti limurin í familjuni einans 8 ár.
Einki Cirkus uttan klovnar, og her er klovnurin Karla ein sannur meistari.
Harafturat fara vit at uppliva "Skipping Baltics" sum við lopum og akrobatikki fara at hugtaka.
"Juggler Jura" dugur at spæla sær við ikki færr enn 11 talerkar í senn.
Cirkusstjórin, Baldoni, kemur at hava eina serliga framførslu við djórum.
M.a. fer hann at ríða á einum ektaðum "Hippohorse" og spæla sær við kópin "Sally".
Eisini er hann dugnaligur fíla-venjari og nú tað er kalt fer hann eisini at upptraðka sum eld -og svørslúgarin Ali Bonga.
Framførslan varðar í umleið tveir tímar og sum sagt er undirhald fyri alla familjuna.

Cirkuuz Baldoni til Klaksvíkar
Sunnudagin 2/11 kl. 18.30 verður Cirkus Baldoni í KÍ høllini.
Síðani gongur leiðin til Fuglafjør mandagin 3/11 kl. 19.00 og verður framførslan í Ítróttarhøllini í Kambsdali.
Týsdagin 4/11 kl. 18.30 í høllini í Runavík og mikudagin 5/11 kl. 16.30 og 19.30 verður seinasta síningin í Høllini á Sandi
Atgongumerki sum ikki eru seld í forsølu verða seld við inngongdina ein tíma undan framsýningini.
Tey sum vilja vita meira um Cirkuuz Baldoni kunnu fara inn á heimasíðuna: www.baldoni.dk/foroya.html