Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Colin Calderwood kom ikki til Føroyar

John William Joensen

– Viðgerðin í fjølmiðlunum hevur ikki gagnað tilgongdini at fáa nýggjan landsliðsvenjara, sigur Høgni í Stórustovu formaður í FSF.

Sambært fjølmiðlunum eru trý evni til landsliðsvenjarastarvið og enntá hevur ein almenn atkvøðugreiðsla verið um hvønn av hesum fólk ynsktu sær til landsliðsvenjara.

Vinnarin av atkvøðugreiðsluni á olivant.fo gjørdist skotin, Colin Calderwood, men í morgun kunngjørdi enska fótbóltsfelagið Newcastle United at Colin Calderwood verður partur av venjara hópinum.

Spurningurin er so um teirbáðir taparnir av atkvøðugreiðsluni hjá Sosialinum og Føroya Tele framvegis hava áhuga í at standa á odda fyri einum liðið – hvørs viðhaldsfólk longu hava vrakað.

– Vit hava ongantíð váttað ella avsannað tíðindi um møguligan landsliðsvenjara og vit standa tí spyrjandi.

– Tað er greitt at hetta er sera óheppið – men vit hyggja nú frameftir og vóna at fáa hetta arbeiði frá hondini fyrst í komandi viku.

Formaðurin í fótbóltssambandinum sigur at tað eru sera fáir persónar, sum kenna nøvnini á teimum persónum, sum eru uppá tal til landsliðsvenjara.

– Vit hava brúkt ymiskar háttir til at finna rætta persónin. Vit hava lagt nakrar grundlinjur um hvat vit ynskja av komandi venjaranum og út frá hesum verður so arbeitt.

– Vit hava leita gjøgnum fótbóltssambond og eisini hava vit tosað við ymiskar persónar um hvørjir møguleikar eru á marknaðinum. Eisini hava vit fingið umsøknir frá venjarum sum hava vent sær til okkum.

Sambart formanninum var tað sera óheppi fyri arbeiði at ávísir persónar vóru viðgjørdir í fjølmiðlunum.

Harleywoodpaint