Vælumtókti Contrybólkurin spælur til dans….
Vælumtókti Contrybólkurin spælur til dans í KÍ-høllin leygarkvøldið. Tað er hondbóltsfelagið Stjørnan sum skipar fyri.
Fyriskiparnir siga, at nógv verður gjørt burturúr fyri at gera tað hugnaligt í høllini við borðum og ljósi, soleiðis at fólk virkuliga kunnu hugna sær.
Av tí at onkur av manningini í Contrybólkinum arbeiðir uttanlanda, er tað longri í millum, at bólkurin spælur til dans. Men leygarkvøldið verður so høvi at fara í KÍ-høllina at “swinga” til góðu dansitónarnar hjá Contrybólkinum. Lagt er upp til eitt gott dansikvøld, og vanta fyriskiparnir nógv fólk. Dansurin byrjar kl. 23.




