Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Corona órættvísi: Góðan dag harra Løgmaður

Ein Varða maður

Eg sendi tær eitt dulnevnt bræv, grunda á at eg ikki vil vera kendur.

Eg arbeiði á Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Takk og lov fyri at vit hava eina skipan, ið nevnist “Fiskavirkis skipannin”.
Henda skipan er góð, tá alt gongur sum vanligt.

Tó – nú eru óvanligar tíðir.

Vit eru fleiri. sum eru í hesi skipan.
Vit sleppa ikki í Als, uttan við uppsøgn frá okkara síðu.
At siga upp merkir, at um eg tá søki um at koma uppí Als, 
fái eg eina sokallaða “karantenutíð” uppá 5 vikur.

Tí koma vit til at “hanga føst” í hesi skipan.

Vit fáa í mesta lagi fyri 32 tímar um vikuna.

Mín vikuløn er í verðandi stødu 3320,16 kr – brutto.
Seinasta útgjald fyri tvær vikur var 3338,72 kr. – netto.

Havi viðheft klipp, frá seinasta útgjaldið mínum úr Als.

Hetta er sum so í ordan, undir vanligum umstøðum – tó meini eg hetta vera í minna lagið.

Men – tað fellir mær og fleiri av okkum fyri hjarta, nú hvør Per og Pól fær upp til 20000 kr um mánaðin.

Fólk sum eru í Alsskipannini (ikki Coronaskipannini) fáa í mesta lagi 17500 kr. um mánaðin.

At fótbólt spælarar og gud viti hvør, skal fáa so myki meira enn vit, haldi eg vera rættuliga órættvíst.

Vinarliga
Ein Varða maður.