Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Corona rakar undirsjóvartunlarnar hart

Jóhann Lützen

Nú tunnilsdagur var, framgekk tað greitt, at serliga Vágatunnilin er hart raktur. Sjálvan dagin koyrdu einans 1.578 bilar gjøgnum Vágatunnilin í mun til 2.408 sama tunnilsdag í fjør. Ein minking upp á 830 akfør. Norðoyatunnilin var í nógv minni mun raktur; har koyrdu 4.050 akfør ígjøgnum tunnilsdagin 2. mai í mun til 4.244. Tað er ein minking, men einans uppá 194 akfør ella 4,6%.

Men annars er stór minking í tunlunum báðum, serliga Vágatunlinum. Fyrsta triðingin av árinum, januar til apríl, koyrdu 230.284 bilar ígjøgnum, ið er ein minking uppá 16,2% í mun til 2019, tá 274.930 akfør fóru ígjøgnum Vágatunnilin. Í Norðoyatunlinum er eisini ein minking, men bert uppá helvtina. Har fóru 364.584 bilar ígjøgnum í 2020 í mun til 397.828 bilar í 2019, ein minking uppá 8,4%.

Verst stóð til í apríl mánaða. Í Vágatunlinum koyrdu 1.519 ígjøgnum hvønn dag í apríl í ár, í mun til 2.408 bilar um dagin. So tað merkist veruliga, at flogferðslan er sterkt skerd. Minkingin er heili 42,3%. Norðoyatunnilin er eisini raktur, men ikki eins beint; har er minkingin 23,6%. 2.709 bilar koyrdu ígjøgnum um dagin í apríl í ár, meðan talið í apríl 2019 var 3.545 bilar.

Væntandi fara tølini at hækka aftur, nú tiltøkini í sambandi við Corona so smátt eru við at verða linkað aftur.