Tað verður ikki støvsúgva og reingjørt í Couchettunum umborð á Norrønu og ferðafólk vamlast við umstøðurnar – og so er ein vitni til ólevnað – skrivar Símun á Høvdanum
Í viku 10-11 var eg og seldi vørir í Føroyum fyri mítt felag Sp/f Klips www.simun.dk og sum vanligt er, so sigli eg báðar vegir við Norrønu. Hevði kanska verið munandi lættari at flogi, men tá ið ein skal selja fyri 21 fyritøkur, hevur man eina rúgvu av prøvum, katalogum o.a. við og tá er tað also lættari at sigla og hava sín egna bil við.
Túrurin byrjaði við, at vit vóru seinkaði í meira enn eitt samdøgur. Skuldi fara úr Hanstholm tann 01. mars kl. 17, men fóru ikki avstað fyrrenn mánadagin tann 03. mars kl. 01.45 úr Frederikshavn. Túrurin upp var góðir, veðri hampuligit og ikki nógv ferðafólk. Eg hevði sum vanligt kamar, har ein kann slappa av, sova og hyggja eftir sjónvarpi í frið og náðum. Vit komu á Havnina týsdagin og ein var eina uppliving á havinum ríkari.
Niðuraftur var annað skili, eg bíðlagdi mær ferðaseðil mánadagin, men ólukkutíð, so var Norrøna full og tískil bleiv eg noyddir at sova í Couchettinum. Eg skal siga beinanvegin, at hetta er fyrsti og seinasti ferð at eg sovi í Couchettini á Norrønu, har var alt annað ein er vanir við. Í einum kamari skuldi 9 fólk sova, har var ein tunn madrassa við ongum og í einari sektion vóru 27 fólk, sum skuldi brúka tvey wc-ið og tvær brúsir. Rúmini vóru sera lítil og tað kundi bara tveir manns standa á gólvinum samstundis.
Fyrsti náttina var ein øl mist á gólvi, har alt innihaldi var um alt gólvi, men har bleiv ikki vaska aftur á túrinum, heldur ikki, tá ið nýggj ferðafólk komu umborð í Bergen. Tað er átaluvert, hvat halda tit at ferðafólkini í Norra halda um standarin á Norrønu??? Fríggjamorgunin fekk eg eina heldur óvanliga uppliving, har tvey ungfólk "hyggaði" sær óført, tey høvdu koyggina tvørtum um og høvdi eina heita nátt saman, men sigast skal, at tað var møguliga størsta upplivingin á túrinum og eftir tað bleiv Couchettin kallað kaninbúri 🙂 🙂 🙂
Mín meining er, at Smyril Line skal upplýsa ferðafólkini nógv betri, hvussu standarin í Couchettinum er, tær eru rætt og slætt vemmiligar, so er tað sagt!!!! Har er ikki støvsúgva ímillum madrassirnar í mánaðar vís, har eg gamalt støv, rusk og gamlir bommpakkar, sera ótespiligt.
Plássi er alt ov lítið til so nógv fólk, hurðarnar eru sum í einum western filmi og við einum kikkholið, har tær buldra aftur, so at ferðafólkini vaknað hvørja ferð ein kemur inn ella út. Skal eg geva Couchettinum skoðsmál, so fáa tær 0 stig. Mín áheitan á ferðafólk er, ikki fara við Norrønu, um tað bara eru couchettir og als ikki við børnum, tí sum sagt fyrr, so kann man uppliva nakað, sum er forboðið at vísa í Føroyum, men sum ein kann uppliva live umborð á Norrønu.
Mín áheitan á Smyril Line er, at skulu tit fáa standarin upp á skipinum, so skulu tit forbetra viðurskiftini hjá teimum lágu plássinum munandi. Taki nakrar sengur burtur, gevu ferðafólkinum møguleika at sleppa av við síni privatu ting og tað síðsta, vaski og støvsúgva imillum madrassurnar á Couchettinum. Hatta eru ikki djór, sum skulu búgva har í tvær nætur, men hatta eru vanlig ferðafólk, sum vónandi koma at sigla vit tykkum aftur. Tit liva av ferðafólkunum og ikki øvugt.
kelda: www.simun.dk




