Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Countrybólkurin aftur á pall

Tíðindaskriv

Í kvøld spælir Countrybólkurin úr Klaksvík til dans í Eydnuni á Oyrabakka.

Í kvøld spælir Countrybólkurin úr Klaksvík til dans í Eydnuni á Oyrabakka.

Langt er ímillum framførslurnar hjá vælumtókta Countrybólkinum úr Klaksvík, men í kvøld verður aftur høvi at uppliva bólkin.

Tað eru fleri ár síðani Countrybólkurin seinast spældi á Oyrabakka, har bólkurin áður hevur havt fleiri væleydnaði dansikvøld. Fyrireikararnir eru tískil sera spentir uppá tiltakið í kvøld og vóna at síggja nógv fólk.

Fyriskipari av tiltakinum er Klaksvíkar Talvfelag og dyrnar í Eydnuni á Oyrabakka lata upp kl. 22.00.