Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Cristian Imhoff størri leiklut í Mjølnir komandi ár

Jákup Ósá

Samstarvið við Cristian Imhoff hevur roynst somikið væl, at nýggjur sáttmáli er gjørdur við dámliga argentinan, sigur Jóhann Lützen formaður í Mjølnir

Cristian Imhoff verður leikandi venjari hjá monnunum og ungdómsvenjari hjá Mjølnir komandi kappingarár. Hann er sera væl dámdur av øllum i felagnum og hevur gjørt stóran mun síðani hann byrjaði í Mjølnir, sigur Jóhann Lützen. 

Trygvi á Brekkukletti er venjari hjá monnunum Mjølnir. Vit hava verið sera væl nøgd við hann, men Trygvi hevur ynskt at fara heim og fáa lív í menninar hjá Ternuni á Toftum. Hetta er sera gott, at vit kunnu fáa 5 lið í bestu mansdeildini. Vit takka Trygva fyri hansara nærlagni og so vóna vit, at hann kann verða við til at vinna FM-finalurnar til Mjølnir á páskum, sigur Jóhann. 

 

Mjølnir venja alt árið

Sáttmálin við Cristian ber í sær at leikararnir fara at venja alt árið. Venjingarskrá er løgd fyri ymsu deildirnar. Vit uppliva eina sanna eksplosión av nýggjum ungdómsleikarum í Mjølnir og Cristian er ein stór orsøk til hetta. Hann hevur eina sera professionella tilgongd til flogbólt. Hann hevur leikt á hægsta støði og hevur eisini umboða argentinska landsliðið í sínum ungu døgum, upplýsir Jóhann. 

Vit vilja halda fast í hesi góðu gongd og geva ungu leikarunum so nógva bólttíð sum gjørligt. Tey skulu venja og spæla nógvar dystir. Leikararnir eru eldhugaðir og framgongdin er týðulig. Cristian hevur fingið gott samstarv í lag við onnur feløg um venjingardystir og felags venjingar, sigur Jóhann. 

 

Sera góðar umstøður

Vit hava sera góðar umstøður, sum vit eru kommununi takksom fyri. Vit hava fingið eitt nýtt fitness-rúm í Badmintonhøllini, sum vit brúka saman við Team Klaksvík. Um flogbóltur skal mennast er týdningarmikið at venja og spæla meira. Vit liggja ov leingi still í kalendaraárinum. Flogbóltur er innanduraítrótt og tískil kann leikast alt árið og tað skulu vit stremba ímóti. Hetta setur krøv til nevnd, venjarar og hjálparfólk, men tað merkist ein eldhugi kring Mjølnir, so vit fara undir nýggju ætlaninar við góðum treysti, sigur Jóhann Lützen við Norðlýsið at enda.