Á heimasíðuni hjá enska Premier League felagnum Crystal Palace kann ein lesa um nýtt føroyskt fjepparafelag.
Á heimasíðuni hjá enska Premier League felagnum Crystal Palace kann ein lesa um, at Crystal Palace í 2018 hevur fingið eitt alment skrásett føroyskt fjepparafelag.
Heimstaðurin er í Klaksvík og staðið, har Crystal Palace viðhaldsfólk møtast er í Roykstovuni í Klaksvík. Um fjepparafelagið verður sagt. – Vit eru ikki mong í tali í løtuni, men eru spent uppá at vaksa. Vit møtast í Roykstovuni og ynskja at síggja onnur Palace viðhaldsfólk koma at stuðla liðnum.
Á odda fyri føroyska Crystal Palace felagnum stendur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.



