– Viðmerkingar til Jenis av Rana.
Tað er ótrúligt, at Jenis enn einaferð megnar at grugga málið um CTD við at sáa iva um tilmælini hjá fremstu serfrøðingunum á økinum. Hetta er sera óheppi og tí hetta aftursvar.
Formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, sáar enn einaferð iva um meg og ta ætlan, ið fremstu serfrøðingarnir á økinum, hava gjørt í samband við handfaringina av álvarsligu sjúkuni CTD. Eg vil beinanvegin sláa fast við tjúgu tumma seymi, at eg standi við hetta tilmæli, og tað er beinleiðis ósatt, at eg eri fari frá mínum egna tilmæli í grein í Sosialinum herfyri.
Samdir serfrøðingar
Sum landsstýrismaður í heilsumálum havi eg mælt til eina loysn um hvussu kanningarnar fyri CTD eiga at skipast. Loysnin er ikki tikin úr bláari luft, sum Jenis hevur hug at benda á, men er tilmælið gjørt í neyvum samstarvi við danska Heilsustýrið, Landslæknan, Landssjúkrahúsið, Ulrike Steuerwald, serfrøðing, Fróða Joensen, barnalækna og Allan Lund, leiðandi yvirlækna á tí klinisku genetisku deildini á Ríkissjúkrahúsinum. Ein samd serfrøðinganevnd mælir til ta loysn, ið eg seinastu tíðina havi lagt fram fyri landsstýrinum, løgtinginum, fjølmiðlunum og fyri almenninginum annars.
Tilmælið frá einari samdari serfrøðinganevnd sigur, at:
• Rættast at gera kanningar av carnitin innihaldinum í blóðinum, heldur enn genkanningar. Ein av orsøkunum til hetta er, at fleiri variatiónir eru av CTD, og genkanningin finnur ikki møguligar mutasjónir at sjúkuni.
• Berarar eru ikki sjúkir. Serfrøðinganevndin sigur soleiðis í kunning um berarar: Tað sum serfrøðingarnir meta hevur týdning er, at vit fyrst og fremst finna fram til sjúku, tí tey eru í deyðsvanda. Berarar eru sum sagt ikki í deyðsvanda (sí “Kunning um CTD” á www.hmr.fo)
Eg og omanfyrinevndu serfrøðingar eru samdir um, at málið hevur bráskund, tí tey sum eru sjúk av CTD og ikki vita av tí,eru í stórum vanda. Tí skulu hesi finnast og tess skjótari tess betri. Tí tók eg ta avgerð, at fara í Fíggjarnevndina við fíggjarnevndarskjali, har eg bað um neyðuga peningin til ætlanina.
Tíverri kom politikkur í eitt annars fullkomiliga politikkleyst mál. Hóast eg eri sannførdur um, at eg og andstøðan eru samd um álvaran málinum, so bleiv umbønin avvíst, tí millum annað Miðflokkurin ikki vildi játta peningin við einum fíggjarnevndarskjalið. So orsøkin til at kanningarnar enn ikki eru settar í verk, sum eitt skipað tilboð, er m.a. Miðflokkinum at takka.
Samanumtikið má staðfesta, at tíverri er málið nú komið í drag, og er hetta ikki minst takkað verið flokkinum hjá Jenis av Rana og andstøðuni.
Berarar eru ikki í lívsvanda
Eg vil staðiliga vísa aftur, at eg havi sagt við Sosialin, at berarar eru í deyðsvanda, sum Jenis leggur meg undir í viðmerking sínari. Í samrøðuni við Sosialin verður víst á, at tað hastar at finna tey sum eru sjúk av CTD og sum enn ikki vita av tí. Tað eru hesi, sum eru í lívsvanda og ikki møguligir berarar.
Eg haldi tað er lítið virðiligt, tá Jenis misbrúkar hetta álvarsmál til politiskan vinning, ístaðin fyri at lurta eftir serfrøðini, sum er samd um hvussu eigur at farast fram og játta peningin skjótast gjørligt. Peningur er ikki játtaður enn og er hetta fyrst og fremst Jenisi av Rana og Miðflokkinum at takka.
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum




