Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Curcic komin til KÍ og verður við móti EB/Str

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í eina tíð hevur hann verið noyddur at bíða við at koma aftur til Føroya vegna formligar forðingar, men leygarkvøldið var nýggi verjuleikarin hjá KÍ, Milic Curcic, endiliga í Klaksvík.

Í morgin verður serbiski verjuleikain, Milic Curcic, við í KÍ-hópinum, sum skal leika finaluna í Klaksvíkskappingini móti EB/Streymi.

Hóast Milic Curcic var tann fyrsti nýggi útlendingurin, sum KÍ gjørdi sáttmála við eftir kappingarlok í fjør heyst, hevur tað drigið út at fáa øll pappír upp á pláss, men leygarkvøldið var hann umsíðir komin vegin fram til Klaksvíkar.

Ikki tí – hann er væl kendur við Føroyar. 26 ára gamli Milic Curcic hevur nevniliga spælt í føroyskum fótbólti seinastu trý árini.

Hann kom í 2005 til Skála at spæla, og fyrsti dystur hjá honum var ímóti júst KÍ tann 19. apríl 2005.

Síðani hevur Milic Curcic bert verið burtur tveir dystir hjá Skála, so talan er um um ein sera støðugan spælara.

Tá ið KÍ skrivaði sáttmála við hann, segði Eyðun Klakstein, høvuðsvenjarin við heimasíðu felagsins, at Milic er ein góður og nærlagdur verjuspælari, sum er í einum góðum aldri. Hann er seriøsur og miðvísur, og hann hevur hildið eitt høgt støði í føroysku kappingini. Vit rokna við at fáa stóra gleði av honum.

Milic Curcic er vinstrabeintur og kann spæla bæði sum miðverji og vinstri bakkur.

– Mær hevur dámt sera væl á Skála, men nú var tíðin komin til at royna nakað nýtt, og eg eri fegin um at hava gjørt avtalu við KÍ, sum er millum stóru feløgini í Føroyum, segði Milic Curcic sjálvur við KÍ-heimasíðuna, tá ið hann í fjør heyst hevði skrivað undir sáttmála við KÍ.

Nú er hann komin, og helst verður høvi at síggja mannin í bláu blusuni við Djúpumýru í morgin seinnapartin.

Finalan millum EB/Streym og KÍ byrjar klokkan 15:00.