Nógv ymisk leiðings- og vegaarbeiði eru í gongd í Klaksvík og eisini verður asfalterað ymiskar staðir.
Í løtuni verður partur av gongubreytin í ovara borð eftir Nólsoyar Pálls gøtu dagførd. Nýggir kantsteinar verða settir frá Alfa Bókhandli og norður um Garpar. Samstundis verður gongubreytin hækkað nakað, so hon samsvarar við gongubreytina niðanfyri.
Tað er KHJ-Nýgerð, sum ger arbeiðið fyri kommununa og hevur tað gingist væl og skjótt – Tað eina kvøldið arbeiddi teir fram til miðnátt, so tað líður væl frá. Um veðrið verður til vildar, er ætlanin at arbeiðið skal verða liðugt fyrstu viku í august. Tá eru steinar ella flísar lagdir á, men er hetta treytað av, at ikki ov nógv regn verður, greiðir Karl Heri Joensen frá, sum hevur arbeiðið um hendi.




