Allir bilar og starvsfólk hjá El-In til arbeiðis millum jól og nýggjár.
Bert tvey starvsfólk eru tøk til ymiskt, sum stingst upp í býnum ella umborð á skipunum. Øll hini starvsfólkini hjá El-In – eini 14 í tali, skulu millum jól og nýggjár leggja eina nýggja, størri og dagførandi netleiðing um allan tann nýggja skúlabygningin á Skúlatrøð.
Hetta er stór og spennandi uppgáva, sum skal verða liðug fyri skúlabyrjan beint eftir nýggjár. Skipanin skal roynast og virka til fullnar, tá ið næmingarnir koma aftur í skúla.
Henda serliga uppgávan hjá El-In, sum er nokkso umfatandi og krevur nógv fólk, skal skipast væl og hevur at kalla verið ein serlig toymis-uppgáva, har eisini hevur verið skipað fyri matgerð á staðnum.
Tey hava fingið kaffi og rundstykki á morgni og eisini døgurða á miðdegi í skúlanum. Sum skilst hevur gingið rættiliga væl, og kunnu onkrar testir gerast longu í morgin.
Tað var av góðum grundum ikki nógv skulafólk at síggja í skúlanum. Men tó sótu Jóhanna og Olina, sum eru skrivstovudamur skúlans, inni á lærarastovuni og tóku saman um ymskt, sum skal gerast fyri skúlabyrjan. Sum kunnugt gevst Olina úr Hvalvík 1. januar 2023, aftaná at hava verið í starvi á skúlanum í 27 ár.














