Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagført: Ein seinasta roynd verður gjørd at fáa Gunnar við

Jákup Ósá

Eftir at FSF tíðliga seinnapartin nærum gevði givið skarvin yvir at fáa Gunnar Nielsen til Ksakhstan, so eru nú aftur vónir í einari seinastu roynd.

Norðlýsið skrivaði soleiðis kl. 15.15: Nú er greitt, at Gunnar Nielsen ikki verður við fríggjakvøldið móti Kasakhstan. Tískil skal landsliðið hava nýggjan málverja. Tað váttar FSF umboð fyri Norðlýsinum seinnapartin.

Norðlýsið hevur verið í sambandi við Fríðin Ziskason, ið er formaður í landsliðsnevndini og sum er staddur í Kasakhstan. Og hann kundi vátta seinnapartin, at tað nú er greitt, at Gunnar Nielsen ikki verður við móti Kasakhstan. Trupulleikar hava seinastu dagarnar verið við innfaraloyvinum og passinum hjá Gunnari. Og hvussu er og ikki, so kann nú staðfestast, at Gunnar ikki sleppur til Kasakhstan á hesum sinni.

Sostatt verður tað antin Hans Jørgensen ella Kristian Joensen, ið skal verja málið hjá føroyingum fríggjadagin kl. 16.00, tá dysturin í Kasakhstan byrjar.

Dagføring kl. 15.50:

Men júst sum FSF og hópurin nærum hevði givið skarvin yvir, so kom ein møguligur útvegur. Í einari seinastu roynd er nú uppá tal, at Gunnar Nielsen fer til Kasakhstan í morgin og at man so fer at royna at loysa trupulleikarnar, tá hann er komin til landið. So er spurningurin um hetta eydnast ella ikki. Men Fríðin Ziskason sigur við Norðlýsið nú, at vónirnar eru fyri at tað fer at eydnast eftir, at tað annars sá út sum, at eingin útvegur var fyrr í dag.