Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagført: Grindin deyð og Sea Shepherd fólk tikin

Jákup Ósá

Grindin legði beinini fyri løtu síðani.

Bátar eru á veg tilgrindina, ið er sædd frá landi.

Tað eru grindaboð vestanfyri. Grindin er sædd av landi frá Mykineshólmi. Enn er eingin bátur komin tilgrindina og vakthavandi á politistøðini sigur, at bátar eru á veg til grindina.

Kl. 15.10: Í KVF tíðindunum bleiv sagt, at tveir bátar eru hjá grindini nú. Grindin taldi tríggjar bólkar, men teir hava fingið tveir saman, sum bátarnir reka nú. Ætlanin er at grindin skal haldast til í Bø. Ein av teimum, ið er hjá grindini segði, at grindin er góð at fáast við. Enn hevur einki verið at sæð til Sea Shepherd hvørki á sjógvi ella landi. Grindin er mett at vera millum 100 og 200 hvalir.

Kl. 16.15: Við KVF segði Esbern í Eyðanstovu, ið er umborð á einum báti á staðnum, at grindin er góð at reka og at nú eru eini 15 bátar hjá henni. Hann væntaði, at sum tað gekk kl. 16, so tók tað kanska ein tíma til grindin kundi haldast til í Bø. Hann segði, at onkrir hvalir vóru farnir burturúr, men at eini 100 hvalir eru eftir.

Kl. 17.40: Grindin hevur nú lagt beinini. Men heldur ikki hesaferð sluppu vit undan, at fólk frá Sea Shepherd blivu handtikin. KVF veit at siga, at tvey fólk á landi og tvey fólk á sjógvi eru handtikin umframt at hald er lagt á ein bát.