Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dagført: Ikki útselt millum KÍ-áskoðararnar á Aker leikvøllinum

Jákup Ósá

Áhugin millum KÍ-áskoðarar til dystin i Molde er sera stórur.

Í dag skrivaðu norskir miðlar, at tað er útselt í bólkunum, sum KÍ-áskoðararnir hava fingiða á Aker leikvøllinum. Tað merkir, at tey áleið 700-800 setrini eru útseld til dystin týsdagin. Tvey flogfør við KÍ-áskoðarum flúgva beinleiðis til dystin.

 

Dagført kl. 23.18: Hetta er ikki rætt, sum norskir miðlar skriva. Tí á leinkjuni HER ber enn til at keypa atgongumerki í bólkunum hjá KÍ-viðhaldsfólkunum. Ein leinkja hevur koyrt, har tað hevur víst seg at verða útselt.