Kl. 09.25 fór flogfarið.
Tað gongst illa at fáa mótstøðuliðið til Føroyar hóast tað hava verið fín líkindi at lenda síðani kl. 19.00 í gjár kvøldið.
Tað hevur enn ikki eydnast okkum at fingið upplýsingar um, hví leiguflogfarið hjá RFS ongantíð er farið úr Riga. Sum veðurforsøgnin segði í allan gjár, so bleiv veðrið betri í gjárkvøldið, og tað helt. Tá lendu flogførini harímillum tað hjá FC Honka, sum skal spæla móti NSÍ.
Í morgun skuldi RFS fara úr Riga kl. 09.00 føroyska tíð og lenda í Føroyum kl. 11.30. Men tað er fyribils útsett í eitt korter og RFS er enn ikki farið á flog.
Líkindini at lenda í Vága Floghavn eru framvegis góð og tað vera tey væntandi í øllum førum til nakað út á seinnapartin.
Enn er eingin onnur kunning komin frá UEFA enn at dysturin byrjar í kvøld kl. 19.00.
Dagført kl. 09.10: Nú er hópurin komin í flogfarið í Riga.
Dagført kl. 09.26: Leiguflogfarið hjá RFS er nú farið úr Riga fyri fyrstu ferð og nú er bara at vóna, at alt gongst sum ætlað og flogfarið fær lent í Føroyum í øllum góðum.



